Rasmus greiðir frá, at hann hevur einki hoyrt frá felagnum enn og hevur tí tikið ta støðu, at hann gevst í KÍF.
Seinasta kappingarár spældi danski Rasmus Junker við FM vinnarunum KÍF. Síðani hevur ivamál verið um, hvar hann fór at spæla komandi kappingarár. Nú er greitt, at tað verður helst ikki í Føroyum.
– Eg vil gjarna halda fram í Føroyum. Eg spurdi um at fáa ein fund við KÍF, men fekk einki svar, tí teir ynsktu fyrst at brúka tíðina uppá at seta ein nýggjan venjara. Sum danskari standi eg tá í tí støðu, at eg ikki kann bíða longri, og í tók eg avgerð um at flyta aftur til Danmarkar, sigur Rasmus Junker í stuttari viðmerking við Norðlýsið.




