Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Seyðurin væl fyri á Skálatoftum

Norðlýsið

Áseyðaroyting 2014: Mánadagin vóru teir á fjalli á Skálatoftum.

Áseyðaroyting 2014: Mánadagin vóru teir á fjalli á Skálatoftum.

Hetta er tíðin tá áseyðaroyting er á skránni. Nakrir hagapartar hava verið á fjalli, meðan aðrir fara í hesar komandi vikurnar. Mánadagin vóru teir á fjalli á Skálatoftum. Røktingarmaður er Ólavur Poulsen og hann letur væl at seyðinum í mun til árstíðina.

– Tað gekk hampuligt, tá vit vóru á fjalli mánadagin, men mjørkin gjørdi, at vit mistu okkurt. Tá vit komu móti Húsadali lá mjørki í dalinum, og tað ávirkaði nakað. Annars haldi eg, at seyðurin sá gott út. Í mun til árstíðina, so bendur nógv á, at tað verður eitt betri seyðaár enn miðal. Ærnar vóru eins væl filaðar sum vanligt, hvørki betri ella verri. 10 fjallmenn og 2 hundar vóru við hendan dagin og 150 áseyðir vóru í rætt. Ognarmenninir komu norður á Linklett (tað er har rættin á Skálatoftum er) at hjálpa til at royta, og tað riggaði væl, sigur ein væl nøgdur Ólavur Poulsen. Hann leggur heldur skemtandi afturat, at tilfarið, sum rættin er gjørd av, er heilt framúr gott. Hetta er tilfar, sum vanliga verður brúkt til aliringar so sum ymiskar slangur o.a. Tær munna fara at halda í minst 700 ár, helt Ólavur fyri, tá Norðlýsið hitti hann í telefonini.


Norðlýsið hevur sóknast eftir myndum frá summarfjøllum og ”skáltamenn” vóru so beinasamir at senda okkum hesar frálíku stemningsmyndirnar frá teirra fjalldegi mánadagin. Til aðrar hagapartar, har nakrar myndir vera kliktar, vilja vit fegin hava tær sendandi á info@nordlysid.fo