Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey ungu fáa roynt seg í góðveðrinum

Nordlysid

Samanlagt 85 ungdómar eru í ár tilmeldaðir Ung í Arbeiði, og í løtuni er umleið ein triðingur av teimum til arbeiðis kring um í kommununi.

Samanlagt85 ungdómar eru í ár tilmeldaðir Ung í Arbeiði, og í løtuni er umleið eintriðingur av teimum til arbeiðis kring um í kommununi.

 

Hesar seinastu dagarnar hava tey verið heppin við veðrinum,sum er rættiliga gott í løtuni, og hetta kemur væl við, tí ein munandi partur avarbeiðnum fer fram uttandurða.

Endamálið við tiltakinum “Ung í Arbeiði” er eitt nú at gevateimum ungu smakkin av, hvussu tað er at arbeiða, samstundi sum hetta gevurteimum nøkur oyru afturfyri.

Fyrstu ferð, hetta varð roynt í verki, var í kreppunitíðliga í 90’unum, og luttók landið tá við stuðli. Soleiðis er ikki longur. Núer “Ung í Arbeiði” eitt reint kommunalt tiltak, har kommunan rindar allarútreiðslur. Hjá Klaksvíkar Kommunu er í 2014 talan um 500-túsund krónur, sumkommunan hevur játtað til tiltakið.

Kommunan røkkur eisini fleiri málum við tiltakinum, tí umframtat tey ungu fáa høvi at royna veruligt arbeiði, so verður kommunan fríðkað ogruddað í fleiri støðum, samstundis um ansur teirra ungu fyri umhvørvinumvónandi eisini verður vaktur.

Ein av størru verkætlanunum í sambandi við Ung í Arbeiði íár er gøtan út á Borðoyarnesháls, so talan er eisini um spennandi framtøk, sumverða sett í verk í sambandi við tiltakið.

Harleywoodpaint