Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag byrjar G! 2014

G!

Frá á middegi í dag verður Syðrugøta aftur karmur um ársins G! Festival, og festivalurin boðar frá frálíkum veðrið og einum vælbúgvnum tjaldingarplássi.

Frá á middegi í dag verður Syðrugøta aftur karmur um ársins G! Festival,
og festivalurin boðar frá frálíkum veðrið og einum vælbúgvnum
tjaldingarplássi.


Frá kl. 12.00 til 16.00 er ókeypis at koma inn á festivaløkið, og tí
møguleiki hjá øllum at síggja økið, fara í sauna ella hitapottar, hoyra
tónleik á nýggja pallinum Grótið, uppliva Cool Tour geitina og njóta
góðveðrið á Gøtusandi.


Formliga skráin byrjar longu kl. 14.00 og umboðar í dag nakað av tí besta
innan alt frá singer/songwriter og dómadagsmálm til elektro popp og hipp
hopp – og tað serføroyska.


Millum perlurnar á fjølbroyttu tónleikaskránni eru Enekk, sum trína á pall
við manningini frá fyrstu fløguútgávuni ‘Ver Sterk Mín Sál’, donsku Malk
De Koijn, hvørs skemtiliga øðrvísi rapptónleikur er fluttur oman á Sandin,
og Hamferð, ið spæla teirra einastu føroysku festivalkonsert í ár á G!
Eisini spælir norski Moddi á Sandinum, navnframu Tuxedo Rebels og
heimskenda Greta Svabo Bech á Spæliplássinum. Og so fer Grundin aftur í
gongd, tá ið Alpha Steppa byrja ballið á midnátt.

Afturat øllum tónleikinum er eisini Cool Tour geitin, og sum tjóvstartaði
í gjárkvøldið í Losjuni, í gongd allan dagin við øllum frá upplestri til
frígerandi dans.

Vælkomin á G! Festival 2014!