Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matgleði: Ein makrel í part

Danial Viðoy

Eitt annað tiltak, sum verður endurtikið í ár, er stóra ókeypis matveitslan leygardagin seinnapart. Í ár fáa gestirnir ein makrel í part.

Eitt annað tiltak, sum verður endurtikið í ár, er stóra ókeypis matveitslan leygardagin seinnapart. Í ár fáa gestirnir ein makrel í part.

Seinastu tvey árini hava yvir 2.000 fólk leita sær oman á sandin at fáa ein góðan bita tilvirkaðan úr føroyskari rávøru.

Í fjør fingu tey saltfisk frá okkara sterkasta saltfiskabrandi PRG og fyrraárið var tað laksur frá Hidden Fjord. 

Í ár verða 2000 makrelar frá P/F Varðanum grillaðir á sandinum í samstarvi við Gist og Vist samtakið. Makrelur er ikki bara gott fyri landskassan, tað er eisini av allarbest smakkandi rávøru úr havinum.

Tað verður stutt og greitt serveraður ein makrel í part. Makrelurin er skorin til flak og pakkaður í staniol, og síðani grillaður. Hvør gestur fær síðani sín egna makrel at eta saman við sós og eplum.