Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogfar kannast eftir óhapp

Atlantic Airways

Eitt av Airbus flogførunum hjá Atlantic Airways er í løtuni til kanningar, eftir at ein trukkur bar við flogfarið á flogvøllinum í Billund í gjárkvøldið. Seinni í dag fæst at vita, um neyðugt er at umvæla skaðan

Eitt óhapp á flogvøllinum í Billund í gjárkvøldið hevði við sær, at eitt Airbus flogfar hjá Atlantic Airways ikki kundi fara á flog.

Ein trukkur bar við flogfarið, sum fekk eina skøvu, og tí er neyðugt við nærri kanningum. Sambært trygdarfyriskipanunum skal slíkt kannast, áðrenn flogfarið kann fara á flog aftur. Seinni í dag fæst at vita, um skøvan skal umvælast, ella um skaðin er so mikið lítil, at flogfarið kann flúgva aftur beinanvegin.

Óhappið í Billund elvdi til seinkingar í gjárkvøldið, men øll flogferðslan var kortini avgreidd við øðrum flogførum. Ferðafólkini úr Billund lendu í Vágum umleið klokkan trý í nátt.

Vinaliga

Atlantic Airways