Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koks: Ein serføroysk máltíð

Danial Viðoy

G!: Koks borðreiðir við eini góðari máltíð á G!-festivalinum 2014. Grind, spik, skerpikjøt, grissini, garnatolgardypp, drýlur og bótarurtarsmør á einum tallerki ella bakka. – Væl smakkar, siga Brim Hildardóttir Hoydal og vinkonur hennara.

Brim Hildardóttir Hoydal royndi hesa ”delikatessuna” og hon læt væl at.

– Tað smakkaði ótrúliga væl og alt hetta í einum, riggar bara væl, fortelur Brim.

Vinkonurnar undir hennara lið eru samdar. – Hatta er vert at brúka pening upp á, siga tær allar. Hesin maturin afturvið eini góðari føroyskari øl, kann ikki samanberast við nakað annað, eru tær á einum málið um. – Myndir av teimum øllum síggjast niðanfyri.

Tær heita á allar gestirnar á G!-festivalinum at royna serføroysku máltíðina.

Ein føroyskur hjallur

Alt verður borðreitt úr føroyska hjallinum, ið sæst á myndunum. Ja, tað er sonn matgleði, kunnu vit siga.