Útyvir eina fullsetta skrá bjóðar leygardagurin á G! uppá felagssang og føroyskan mat.
Aftur í ár bjóðar leygardagurin á Gøtusandi uppá føroysk matupplivilsi, og hesuferð fáa allir gestir møguleikan at royna makrel frá P/F Varðanum, sum verður grillaður í samstarvi við Gist og Vist samtakið. Tiltakið er kl. 17.00.
Eitt av hæddarpunktunum á øllum festivalinum, Stóra Sangløtan, verður í ár leidd av sjálvum Finni Koba, meðan karaokebókurin Konfekt spælir undir. Við sær hevur Finnur eina stjørnurøð av sangarum: Eivør Pálsdóttir, Niclas Heri Jákupsson, Annika Hoydal, Martin Joensen og Alex Bærendsen.
Beint áðrenn midnatt trína diskodrotningarnar Sister Sledge endiliga á pall, meðan restin av degnum eisini er á tremur við spennandi føroyskum og útlendskum nøvnum. Dánjál á Neystabø hevur útgávukonsert við nýggju fløguni ‘Time’, Símun úr Konoy og Gras spæla á Sandinum, rock’n’roll damurnar Baby In Vain rokka á Spæliplássinum, og ein tann mest vælumtókti føroyski bólkurin Byrta endað konsertirnar á Sandinum. Ballið heldur sjálvandi á fram í Grundini sum er á tremur við feitum diskarum.




