G!: Tjaldingarøkið hevur hug at remba sær. Smá eygu hómast í gráa, men turra veðrinum. Lotið liggur inn á Gøtuvík og tað ger, at plássið á Gøtusandi er minkað eitt sindur. Gravkýr royna at gera brimgarð.

Á tjaldingarøkinum sita fólk úti við garðarnar og royna at løða telefonirnar, onkur annar fær sær ein bita, breyð og speipylsa og summi eru ikki sovnaði enn.
Yviri á konsertøkinum royna gravkýrnar at byrgja fyri, at ov nógvur sandur sleppur niðan á Gøtusand. Tíansbetur hevur veðrið verið til vildar og tí hevur lítli sandurin ikki bila. Tí tað hevur ikki brotið nakað serligt.
Tað er heldur ikki ringt veður í dag. Men tað lotar eitt sindur meira enn undanfarnu tveir dagarnir. Tað ger mun, tá ið sandurin ikki er so stórur sum vanligt.
Men hetta fer ikki at elva til nakra kreppu. G! heldur fram í sínum góða stíli. G! er vaknað og gestirnir gleða seg til triðja og seinasta dagin.