ÍF hevur gjørt avtalu við enn ein klaksvíking.
ÍF hevur gjørt avtalu við enn ein klaksvíking.
Frammanundan spæla Jákup Mikkelsen, Poul Mikkelsen og Kristoffur Jakobsen við ÍF. Og nú kemur tann fjórði klaksvíkingurin til felagið. ÍF hevur gjørt avtalu við Jógvan Isaksen, sum annars hevur spælt við AB í fyrru hálvu. Har hevur hann verið við frá byrjan í 8 dystum, men annars misti hann plássið á liðnum seinastu dystirnar undan steðginum. Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, váttar fyri Norðlýsinum, at Jógvan er leysgivin í AB.
Jógvan Isaksen spælir vanliga í miðverjuni, men hevur eisini spælt nakrar dystir á báðum bakkunum í bestu deildini. 24 ára gamli leikarin hevur spælt 104 dystir í Effodeildini.




