G!: Tað var ein góður festivalur, tora vit at runda av og siga fyri G!-festivalin, ið júst er farin aftur um bak. Tónleikurin var góður, og serliga føroysku bólkarnir stóðu seg væl. Sjálvt ”ballið” kring festivalin eydnaðist eisini væl.

At veðrið eisini var ein góður viðleikari hesa ferð, gjørdi at alt gekk upp í eina hægri eind. Veðrið var sum bestilt til G!-andan. Lýtt, turt og stilli fyri tað allarmesta, og nakrir dropar í endanum av festivalinum.
Lagið á gestunum var, sum vera mann, gott. Tað valdaði ein gleðisrúsur millum fólk, ið bert kann finnast á G! G! er nakað serligt, eingin ivi um tað. G! má upplivast.
Her eru nakrar heilt fáar myndir, ið lýsa eitt sindur av festivalinum. Norðlýsið legði nógv tilfar út um farna G!-festival. Tað er bara at velja onkrar góðar bitar úr myndasavninum ella videosavninum.