Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HM toppskjúttin til Real Madrid

Jákup Ósá

 Real Madrid fær HM toppskjúttan afturat Toni Kroos, sum eisini var millum bestu leikararnar í HM endaspælinum.

Toni Kroos hevur skrivað undir við Real Madrid og skiftir sostatt frá Bayern Munchen. Og nú skriva franskir og spanskir miðlar, at HM toppskjúttin James Rodriguez bara er eina undirskrift frá Real Madrid og at hetta veður gjørt innan stutta tíð. Prísurin er 560 milliónir og kann økjast til 600 milliónir, um James fær góð úrslit.

James Rodriguez spældi seinasta kappingarár við Monaco. Í summar gjørdist hann einsamallur toppskjútti í HM endaspælinum, tá hann fyri Columbia í HM endaspælinum skoraði 6 mál.