Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF: Bogi og Jógvan inn

Jákup Ósá

Magnus Jørmundsson sigur, at ÍF fær tveir leikarar inn í summarsteðginum.

Magnus Jørmundsson er peningarøkil í ÍF og hann sigur, at tað sum hendir í ÍF áðrenn midnátt longu er alment kent. Bogi er kunngjørdur við tíð síðani og í gjár visti Norðlýsið at siga, at eisini Jógvan Isaksen skiftir til ÍF.

– Bogi Løkin og Jógvan Isaksen koma afturat hópinum. Síðani er ivamál um Frank Poulsen, sum er skaddur. Vit vita ikki, um hann spælir aftur í ár. Men annars verður einmi skiftið, sum kemur at umfata besta liðið, sigur Magnus Jørmundsson við Norðlýsið.

Tá vit spyrja, um ÍF umhugsar at fáa fyrrverandi útiseta leikarar sum Høgna Madsen og Øss Dalbúð afturat hópinum, so sigur hann, at hesir ikki eru uppá tal hjá ÍF.

Mynd: if.fo