Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skála ger smávegis broytingar í hópinum

Jákup Ósá

Keita til Skála, sum eisini missir ein leikara.

Kaysten Rasmussen er formaður í Skála og hann sigur, at tað neyvan verða tær heilt stóru broytingarnar áðrenn midnátt, tá flytingarvindeyðgað letur aftur.

– Vit hava fingið Ahmed Keita í hópin og mist Róa av Fløtum, sum er farin aftur til HB. Hann fekk ikki nógva spælitíð hjá okkum. Men annars vænti eg ikki, at nakað hendur áðrenn midnátt, men tað fáa vit so at síggja, sigur Kaysten Rasmussen.

Tá vit spyrja, um ein leikari sum Erland Berg Danielsen møguliga er uppá tal, sigur Kaysten, at Erland Berg Danielsne hevur spæliloyvið á Skála og hevur vant við onkuntíð, men at hann neyvan kemur at spæla við í seinnu hálvu. Skála formaðurin sigur, at teir ikki vóru nøgdir við fyrru hálvu, men at seinastu tveir dystirnir góvu mót uppá, at málsetningurin kann røkkast um at halda sær í deildini.