Flytingarvindeygað stongir á midnátt.
Tað hevur verið friður kring KÍ í summar hvat flytingum viðvíkur. Atli Danielsen boðaði eftir seinasta dyst áðrenn summarsteðgin, at hann gavst at spæla á hægsta stigi í hesum umfarinum. Men einki hevur verið at frætt um nakran avloysara. Atli spældi seinastu dystirnar í miðverjuni, og har kemur Jonas Flindt Rasmussen væntandi aftur nú, eftir at hann hevur verið skaddir í longri tíð.
Norðlýsið veit ikki um nakrar konkretar samráðingar hjá KÍ í dag ella kvøld, og tí skal kemur tað sum óvæntað tíðindir, um nøkur broyting verður í KÍ hópinum áðrenn midnátt, tá flytingarvindeygað stongir. Norðlýsið fylgir gongdini og kemur við tíðindunum, um nakað skuldi hent.




