Danmark: Aftur ein heitur dagur í Danmark. Í dag var triði dagurin á rað við óvanligum hita. Í dag klokkan trý vórðu 29 hitastig máld.
Danmark: Aftur ein heitur dagur í Danmark. Í dag var triði dagurin á rað við óvanligum hita. Í dag klokkan trý vórðu 29 hitastig máld.
Tað skrivar dr.dk á heimasíðu síni.
Hetta gevur ein miðalhita yvir 28 hitastig seinastu tríggjar dagarnar. Og tað hevur við sær, at tað nú alment kann kallast ein hitabylgja.
Nógvastaðni niðri í Danmark óttast tey fyri skógareldum, nú tað hevur verið so turt og heitt í seinastuni. Onkrastaðni í Sjællandi hava longu verið smávegis skógareldar, men enn er tað ikki heilt kritiskt.
LES EISINI: VANDIN FYRI SKÓGARELDI STÓRUR
Men tað er ikki bert í Keypmannahavn og í Danmark yvirhøvur, at tað er heitt. Í Føroyum er eisini heitt um dagarnar. Í gjár vórðu m.a. máld 21 hitastig á Viðareiði.
Spurningurin er so, um hetta bert er eitt eindømi í Danmark og í Føroyum, ella um hetta eru tekin um, at veðurlagið er broytt?




