Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: Skála

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: Brian Jacobsen og Ólavur Mikkelsen (3)

Flest upplegg: 1. Edvin Jacobsen (3) 2. Jákup Johansen (2)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 5

Skála hevur 9 stig fyri 15 dystir og tað er ikki nøktandi. 9 mál í 15 dystum er heldur ikki nøktandi. Hinvegin hevur liðið staðið seg hampuliga væl í flestu dystunum, men okkurt skradl er komið ímillum. Vit høvdu væntað nøkur stig fleiri til Skála.

Besti leikari í fyrru hálvu: Teitur R. Joensen

Trupult at velja besta Skála leikaran burturúr. Tað fellur á ein verjuleikara, tí álopið hevur skorað alt ov fá mál. Verjan hevur eisini latið nógv mál inn, men tað eru fleiri lið sum liggja á sama støði á tí økinum. Mark Rutin byrjaði væl, men hevur kosta fleiri mál, meðan Pætur Dam Jacobsen eisini er eitt boð. Valið fellur á liðskiparan Teit R. Joensen. Hann kann røkja fleiri pláss og gongur á odda við framúr hugburði.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Pauli G. Hansen

Um tað er samsvar millum týdningin av Paul G. Hansen og úrslitunum skal verða ósagt, men Pauli spældi bara tveir teir seinastu dystirnar, tá Skála fekk 4 stig. Kemur hann í hampuliga venjing, so er hansara støðið so mikið høgt, at hann kemur at vera lyklaleikari hjá Skála.


Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 9

Hvar liggur liðið í løtuni: 10

Stigatal og málmunur: 9 stig og málmunin 9-32

Deyðbóltar: Skorað 4 (44 %) og latið 14 mál inn (44 %)

Norðlýsið tippar nú: Nummar 9

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

Skála hevur seks heimadystir eftir, har tveir eru ímóti B68. Byrjanin til seinnu hálvu er annars trupul við ÍF(úti), B68 (heima), HB (heima) og B36 (úti). Tapir Skála sum væntað minst tríggjar av hesum, so er alt avgerandi, at liðið ikki fellur í fátt. Men tá mugu áleið fimm av seinastu átta dystunum vinnast og tað er ikki serliga realistiskt. Men givið er, at framrættaðu leikararnir sum Jákup Johansen og Brian Jacobsen mugu vísa nógv størri effektivitet, um Skála skal bjargað sær. Tað er ivasamt, um Ahmed Keita hevur støðið til at lyfta Skála álopspartin.