Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: B68

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: 1. Óli H. Olsen (7) 2. Andrias á Líknargøtu (3)

Flest upplegg: Óli Olsen (3) og Hákun Edmundsson (3)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 4

9 stig í 15 dystum, har 9 dystir hava verið á heimavølli er ikki nøktandi, hóast B68 ikki hevur havt fólkið til at vera uppiyvir niðurflytingarstrikuni. Tí heldur gongdin fram á útivølli, har B68 einki stig hevur fingið, so er B68 farið niður áðrenn endaspurtin. Sjálv avrikini hava tó verið á góðari leið og stórtapini eru nærum bara komin móti toppliðunum.

Besti leikari í fyrru hálvu: Óli H. Olsen

B68 hevur skorað 15 mál í ár og har hevur Óli skorað 6 mál og lagt upp til 3 mál mál í sínum 12 leiktu dystum. Tí er ikki nakað ivamál um, at Óli er besti leikarin hjá B68 í fyrru hálvu. Hákun Edmundsson hevur fingið sítt gjøgnumbrot og eigur eisini at nevnast fyri gott avrik í fyrru hálvu.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Jann Ingi Petersen

Tað vóru tekin um seinasta partin av fyrru hálvu, at Jann Ingi fór at lyfta sítt støðið á B68 liðnum. Skal B68 yvirliva, so skal hann sum liðskipari og sum ein ein royndu lokalu profilunum ganga nógv meira á odda. Tað gjørdi hann m.a. seinasta dyst móti AB. At B68 hevur fingið størri breidd nú fer kanska eisini at hjálpa B68 liðskiparanum at avrika støðugt á høgum støði.

Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 9

Stigatal og málmunur: 9 stig 15-34

Deyðbóltar: Skorað uppá 6 deyðbóltsstøður (40%) og latið inn uppá 11 deyðbóltsstøður (32 %)

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 10

Norðlýsið tippar nú: Nummar 10

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

Hagtølini siga, at skal eitt lið yvirliva, so skal tað hava umleið 25-27 stig. Tað merkir, at B68 skal hava eini 16-18 stig í seinastu 12 dystunum. Av teimum eru bara 4 heimadystir eftir. Hesar allar má B68 helst vinna umframt at liðið skal vinna nakrar útidystir. M.a. eru tveir dystir á Skála og ein í Klaksvík á Summarfestivalinum, har B68 eigur at kunnu gera okkurt á einum góðum degi. Tað fer helst eisini at hjálpa væl til, at royndir lokalir leikarar eru komnir afturat hópinum, men leikskráin er tann truplasta, tá liðið ikki avrikar á útivølli.