Her kanst tú síggja framløguna hjá Odd Eliasen, nevndarformanni í Pelagos, á kunnandi fundi í Mentunarhúsinum í kvøld.
Fiskavørur hava eina bjarta framtíð,segði nevndarformaðurin á Pelagos m.a. á kunnandi fundi íMentunarhúsinum í kvøld.
Odd Eliasen, nevndarformaður íPelagos, hevði kunnandi framløgu um Pelagos, sum kostar 220milliónir, á kunnandi fundinum í Mentunarhúsinum í kvøld.Eingin skuldi seta spurnartekin við okkara innsats, segði hann m.a.um tilgongdina fyrstu tíðina. Hann segði m.a at fyrstuspurningarnir, sum teir settu sær áðrenn verkætlanin fór í gongd, vóru: Hava vit møguleikan at reisa og finna kravda eginpeningin? Ogikki minst: Ber tað til at finna eina annleggsfígging og einarakstrarfígging til eina so stóra verkætlan? Hann greiddi frátilgongdini og hevði eina heldur kritiska hugsan til, hví virkiðikki er komið til Fuglafjarðar fyrr enn nú.
Hygg niðanfyri eftir allari framløgunihjá Odd Eliasen frammanfyri einum fullsettum Mentunarhúsi.
Í morgin hava vit aðrar video upptøkur frá fundinum í Mentunarhúsinum. M.a. framløguna hjá Jóhan Páll Joensen og mongu spurningarnar frá áhoyrarunum.




