Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Druknaður á vestaru vág

Jákup Ósá

Enn veit eingin, hví ein maður lá druknaður á vestaru vág í Havn í morgun.

KVF: Vakthavandi á politistøðini í Havn, Hallgrímur Hansen, sigur, at talan er um norðmann, sum er í ferðalagi saman við øðrum umborð á stuttleikabáti, sum liggur við bryggju í Vágsbotni.

Norska løgregan hevur fingið boðini, og skal kunna familjuna hjá manninum. Hini í ferðalagnum hava verið til avhoyringar á politistøðini í Havn. Út frá tí, sum vitnini hava sagt, hevur rúsdrekka ikki verið uppi í leikinum.

Hallgrímur Hansen sigur, at nú skulu umstøðurnar í málinum kannast, og enn kann tí ikki útilokast um nakað brotsverk er hent. Men hinvegin er einki sum bendi á tað.


Enn ógreitt hví maðurin druknaði

– Maðurin kann hava verið áhaldsin, tá hann var á veg umborð á bátin ella fingið dánilsi, sigur vakthavandi á politistøðini, Hallgrímur Hansen, við Kringvarpið.

Løgreglan hevur sett seg í samband við norsku heilsmyndugleikarnar um heilsustøðuna hjá manninum. Nú skulu avvarðandi hjá manninum gera av, um tey vilja hava líkið flutt til Noregs. Um so er, skal eitt sonevnt “lík-pass” gerast.

Annars verður maðurin jarðaður í Føroyum. Líksýn verður í morgin, fríggjadagin, og tá verður staðfest, um neyðugt verður við líkskurði eisini, sigur Hallgrímur Hansen, vakthavandi á politistøðini í Havn við Kringvarpið.