Ågot, sum fekk stóran skaða í februarmánaða, verður skjótt klárur til fiskiskap. Tað skrivar jn.fo á heimasíðu síni. – Um fjúrtan dagar vænta teir, at Ågot verður klárur.
Ågot, sum fekk stóran skaða í februarmánaða, verður skjótt klárur til fiskiskap. Tað skrivar jn.fo á heimasíðu síni. – Um fjúrtan dagar vænta teir, at Ågot verður klárur.
Tað var tann 25. februar at Slættaberg rendi á Ågot, sum lá við bryggju. Skrokkurin fekk sera stóran skaða og mann kundi ivast í, um Ågot kundi gerast eitt skip aftur, sum hann sá út. Men nú sær betri út.
Nú er umfatandi umvæling gjørd, og tað er komið so mikið langt nú, at teir nú byrja at telja dagar til teir aftur kunnu fara til fiskiskap.
Tað verður á leið hálvan august, at Ågot verður klárur aftur, meta teir á bedingini í Havn.
Ein søga at gleðast yvir.




