KÍ ger í dag sáttmála við Bárð Johnsson Heinesen.
Bárður flutti spæliloyvið til KÍ beint eftir Skála dystin og spældi ein dyst við 1.deildarliðnum hjá KÍ. Men higartil hevur hann ikki havt loyvið at spælt við Effoliðnum hjá KÍ, tí hann ikki hevur havt sáttmála. Men dagligi leiðarin hjá Effoliðnum hjá KÍ, Niclas Kristiansson Niclasen, váttar fyri Norðlýsinum í dag, at KÍ í dag ger sáttmála við álopsleikaran. Sostatt er hann tøkur hjá KÍ venjaranum til dystin á ólavsøku móti B36, har KÍ sum áður nevnt er nógv skert.




