Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hjallurin har Páll Fangi fekk mettuna

Oliver Joensen

 Í Mikladali hittu vit eisini teir báðar, Andras Joensen og John Thorsteinsson. Teir standa fyri stórari umvaling av hjallinum hjá Magnusi, beiggja Páll Fanga – Tað var nevniliga Magnus, ið lat hurðina til hjallin standa opna, so bróðurin, ið mátti goyma seg burturi í óbygdum kundi koma á gátt at fáa sær mettuna.

Tað, sum Andras og John fáast við, er at gera hjallin um til eitt busskýli. Ætlanin var av fyrstan tíð at hjallurin skuldi burtur og eitt blátt busskýli skuldi setast upp í staðin. Men nú kemur hjallurin ístaðin aftur til heiður og æru, við tað at hjallurin verður umbygdur til busskýli og so nógv av hjallinum sum gjørligt verður varðveitt. Ætlanin er síðani, at fólk, ið fara at stytta sær stundir her, kunnu fáa ein lítlan brellbita um søguna um Páll Fanga.

Harleyfacadeacryl