Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drekin Reyði tekur ikki Klaksvíking seriøst

Jákup Ósá

– Vit trúgva tí ikki fyrr, enn vit síggja teir á ”kajuni”, siga tveir av rógvarunum umborð á Drekanum Reyða.

Í KVF hósmorgunin tosaði KVF við Høgna Jacobsen, sum rør við Drekanum Reyða. Hann svaraði soleiðis uppá spurning um Klaksvíkingur kundi hótta á ólavsøku.

– Vit fáa at síggja um hann ”dykkar” upp. Eg havi ikki sæð tilmeldingarlistan enn. Men tá hann stendur á kajuni har, so vita vit at hann er við. Vit hugsa ikki so nógv um tað, segði Høgni Jacobsen við KVF. Øll samrøðan við Høgna kann hoyrast HER.

Eisini Óla Hendrik av Fløtum, sum rør við Drekanum Reyða, heldur, at man má síggja tað fyrst.

– Eg sigi sum Høgni. Vit mugu síggja teir á kajuni fyrst. Teir standa á tilmeldingarlistanum, men tað gjørdu teir eisini á Sundalagsstevnuni, sigur hann við Norðlýsið. Longri samrøða við Óla Hendrik kemur seinni á nordlysid.fo.

Sostatt kann staðfestast, at teir á Drekanum Reyða ikki trúgva klaksvíkingunum fyrr enn báturin stendur á ”kajuni”. Við øðrum orðum taka teir hann ikki serliga seriøst.