Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur eigur ólavsøkuna

Jákup Ósá

Verður ikki grind mánadagin, so standi eg uttast á kajuni og skráli á Klaksvíking, sigur Kristian Olsen, sum er trúgvur viðhaldsmaður hjá Klaksvíkingi gjøgnum nógv ár.

Verður ikki grind mánadagin, so standi eg uttast á kajuni og skráli á Klaksvíking, sigur Kristian Olsen, sum er trúgvur viðhaldsmaður hjá Klaksvíkingi gjøgnum nógv ár.

Kristian Olsen hevur róð og vunnið nógv sjálvur við m.a. Sundabátinum. Eisini hevur hann verið eykamaður til venjingar hjá Klaksvíkingi okkurt árið, tá hann hevur verið heima, tí til dagligt er hann sjómaður.

Nú ella ongantíð hjá hinum bátunum

Kristian hevur fylt væl við Klaksvíkingi í fleir ár. Hann sigur, at skulu aðrir bátar gera sær vónir um at koppa Klaksvíkingi á ólavsøku, har hann ongantíð hevur roynt annað enn at vunnið, síðani partar av hesari manningini byrjaði umborð í 2006, so skal tað vera nú.

– Eg vænti ikki tann sama munin hesaferð á ólavsøku sum vanligt hesi seinastu árini, tá Klaksvíkingur hevur verið klassar betri enn hinir bátarnir. Menninir umborð á Klaksvíkingi eru ikki í somu venjingarstøðu sum hini árini, so tað hevur ongantíð verið so stórur møguleiki hjá hinum bátunum sum hesaferð. Drekin Reyði er har og so skal Vestmenningur heldur ikki avskrivast. Ólavsøkan er heilt serlig at rógva og tá kunnu manningar, sum ein vanliga ikki roknar við, gera um seg. Man finnur kreftir fram í sær sjálvum, sum vanliga ikki eru har, sigur Kristian Olsen.

larligt yvirtak til Klaksvíking

– Skal eg tippa ein vinnara, so vænti eg at tað verður Klaksvíkingur, sum fer við ólavsøku steypinum. Teir hava sálarliga yvirtakið á ólavsøku, har teir altíð standa seg væl. Teir fara at vera á odda frá byrjan av og føra við kanska einari bátslongd á Molanum. Men so fer munurin at minka inneftir, men sigurin fer at halda á málstrikuni. Eg gleði meg til hendan róðurin sum eitt barn jólaaftan, sigur Kristian Olsen og leggur afturat, at verður eingin grind mánadagin, so stendur hann uttast á kajuni og skrálar á Klaksvíking.


Myndirnar tók Anton Højgaard fyri Norðlýsið hóskvøldið, tá Klaksvíkingur vandi. Tað skal sigast, at til myndirnar bóðu vit teir ikki vera í vestum.