Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað verður eisini kikað í mjørka

Danial Viðoy

Sea Shepherd eru sera ágrýtin. Hóast sýnið var sera ringt á Viðareiði í morgun, so stóðu tvær gentur og kikaðu óført út í hav. – Tað mugu verða nakrir heilt serstakir kikarar, sum hesi frá SS hava.

Sea Shepherd eru sera ágrýtin. Hóast sýnið var sera ringt á Viðareiði í morgun, so stóðu tvær gentur og kikaðu óført út í hav. – Tað mugu verða nakrir heilt serstakir kikarar, sum hesi frá SS hava.

Enn hava SS ikki funnið nakra grind, men enn standa tey so hugagóð og hyggja og kika út í hav. Óansæð veður og vind.

Mjørkin er lætnaður eitt sindur á Viðareiði nú, men fyrr í morgun var sera tjúkt og ikki var hugsingur um, at síggja nakað úti á havi. Men hóast tað varð kikað.

Hendan myndin, sum sæst omanfyri er tikin, eftir at mjørkin hevur lætt seg eitt sindur.