Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grind í Haraldssundi

Jákup Ósá

Tað er eisini avgjørt, hvussu farast skal fram nú.

Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at teir hava viðgjørt ymisku spurningarnar í morgun, nú grindin er í Haraldssundi, sum ikki er hvalvág og nú veðrið er heldur keðiligt.

– Vita hava tosað við grindaformenninrar norðanfyri. Eingin bátur er norðanfyri byrgingina og tað verður boðað frá vindi í upp til 18 m/s í dag. Tá er ikki ráðiligt at senda bátar norður um nakkin til grindina. Tískil kunnu bara stórir bátar fara til grindina, men vit kunnu ikki drepa grindina bara við stórum bátum. So niðurstøðan hjá okkum er tann, at vit goyma grindina í Haraldssundi til í morgin. Og eydnast tað, so verður hon rikin norður eftir runt Múlan og inn á Hvannasund, sigur Karl Johansen, sýslumaður við Norðlýsið. Ein gummibátur er hjá grindini, og tað er ein politi-bátur. Onkur hevur mett grindina til áleið 80 hvalir.

Okkara myndamaður Oliver Joensen hevur nógvar myndir frá staðnum, sum koma út um eina løtu.

Harleyfacadeacryl