Grindin hevur nú kós norðureftir.
Karl Johansen sigur, at grindin í løtuni liggur norðanfyri Skarð. Hon hevur kós norðureftir og í løtuni er eingin bátur hjá grindini.
Norðlýsið hevur fólk norðuri á rættini á Strond og vit frætta meir seinni. Enn er veðrið ikki blivið betri enn tað var fyrr í dag, tá tað ikki var ráðiligt at fara við bátum til grindina.




