Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindin farin úr eygsjón

Jákup Ósá

Grindin er farin norður um Navaran.

Teir føroyingarnir sum hava glett seg til eina grind í morgin vera møguliga vónbrotnir. Tí eftir at ein grind, sum er mett á umleið 80 hvalir, hevur ligið í Haraldssundi í morgun, so er hon nú farin norðurum Navaran, sum er norðasti endin á Kunoynni. Grindin er seinast sædd út fyri Skarð, men nú hava menn mist hana úr eygsjón. Tískil eru ætlanirnar um at reka grindina norður í Hvannasund í morgin sleptar, nú grindin er farin norður um aftur og úr eygsjón.

Sí myndir av grindini í Haraldssundi í morgun HER