Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit hava mist 7 milliónir

Norðlýsið

Tað sigur Eyðstein Poulsen, sum er reiðari á Ågot.

Tað var 25. februar, at Ågot fekk ógvusligan skaða, tá Slættaberg rendi inní hann, meðan Ågot lá við bryggju.


Síðani er Ågot blivin umvældur og hevur tað verið eitt sera umfatandi arbeiði. Gongur eftir ætlan, so verður Ågot klárur at fara til fiskiskap seinast í august, sigur Eyðstein Poulsen sum eisini staðfestir, at teir hava mist stóra inntøku hesar mánaðirnar.

– Vit hava roknað okkum til at hava mist umleið 7 milliónir í inntøkum. Tað svarar kanska til eina inntøku uppá 350.000 krónur til ein vanligan mann hesar mánaðirnar. Men hinvegin so síggja vit fram til at fáa skipið aftur og sleppa til fiskiskap. Tí í løtuni sær tað ljóst út á økinum og verður mynstrið sum tað plagar, so eiga komandi árini at fara at vera góð við svartkalvanum, sum vit jú royna eftir, sigur ein bjartskygdur Eyðstein Poulsen við Norðlýsið.