Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlan til arbeiðis á Strond

Oliver Joensen

 Í øllum hurlivasanum ídag norðuri við byrgingina í Haraldssundi, har grindahvalir, Sea Shephard, sýslumaður, politi, áskoðarar og myndamaður hjá Norðlýsinum vóru um áhugaverda hending, kom tyrlan hjá Atlantic hurlandi.

Í byrjanini hildu vit kanska at nú kom “Big Brother” at fylgja við hvussu leikur fór á Sundinum. Men sum tyrlan nærkaðist alt meira, sást, at hon hevði annað fyri. 

Tyrlan var nevniliga í arbeiðisørindum fyri Kanjon, ið hevur arbeiði at gera við “ólukku” vanleiðingina í fjallinum har omanfyri.

Onki er at taka seg aftur í, at tyrlan er eitt sera hent arbeiðistól til slíkt. Tað tók bert fáar minuttir at flyta stóra nøgd av tungum tilfarið niðan líðina.