Hvussu er við trygdini, tá lítil jolla ger ímóti boðum frá staðkendum fólkum og sýslumanni?
Fleiri hava sett sær spurningin, hvussu trygdin er hjá Sea Shepherd bátunum, sum í gjár í ódnarveðri fór norður um Nakkin og til grindina í Haraldssundi.
Til føroyskar bátar og skip eru minstu krøv ásett, hvat trygdini viðvíkur. Fiskiveiðueftirlitið hevur í tí førinum ábyrgd av, at lógin verður hildin og hevur rætt til at fara umborð at gera neyðugar kanningar. Í gjár mettu sýslumaður og staðkend fólk, at tað var ikki ráðiligt hjá bátum at fara norður um Nakkin fyri at sleppa til grindina í Haraldssundi. Men út á dagin var ein jolla frá Sea Shepherd komin til staðið og sum skilst er hon komin frá Funningsfirði. Norðlýsið hevur enntá frætt frá staðkendum skiparum, at fóru smábátar norður um eftir kl. 17.00, tá tað rak uppí ættina, í gjárkvøldið, so settu teir seg í lívsvanda. Greitt er, at kemur ein slík jolla í neyð, so er tað føroyskir myndugleikar, sum hava ábyrgd av at standa fyri bjargingararbeiðinum.
Norðlýsið hevur seinni viðmerkingar frá Fiskiveiðueftirlitinum um, hvørjar reglar eru galdandi fyri útlendsk skip og bátar, sum Sea Shepherd í hesum førinum.




