Nógv virksemi er í Mikladali ídag her verður stákað, pyntað, grivið, ruddað og smíðað.
Men niðri á helluni hjá Kópakonuni er ein lítil bólkur av ungum sjónleikarum í ferð við at venja til leikin um Kópakonuna.
Hetta eru sera ungir sjónleikarar frá Klaksvíkar Sjónleikafelag, ið nú fara at royna seg á einum heilt øðrum palli teir eru vanir við, nevniliga á helluni í Mikladali.
Tað er Sóleyð Dánielsen, ið stjørnar sjónleikarunum og sum hevur lagt leikin til rættis.
Borgarstjórin Jógvan Skorðheim hevur eisini verið á vitjan her ídag og hevur heilsa uppá Kópakonuna.




