Í dag bjóðar Sea Shepherd til stórt media show á Hotel Føroyum har borðreitt verður við sjálvari Pamelu Anderson. Av tí at sera fáir fjølmiðlar hava møtt til tíðindafundirnar hevur Sea Shepherd avgjørt at streama fundirnir beinleiðis umvegis interneti. Sea Shepherd sigur at tiltakið á Hotel Føroyum skal steðga brutala grindadrápinum har ein heil tjóð av \”donskum føroyingum\” hevur í øldir útrudda heilar familjur av grindahvali.
Í dag bjóðar Sea Shepherd til stórt media show á Hotel Føroyum har borðreitt verður við sjálvari Pamelu Anderson. Av tí at sera fáir fjølmiðlar hava møtt til tíðindafundirnar hevur Sea Shepherd avgjørt at streama fundirnir beinleiðis umvegis interneti.
Sea Shepherd sigur at tiltakið á Hotel Føroyum skal steðga brutala grindadrápinum har ein heil tjóð av “donskum føroyingum” hevur í øldir útrudda heilar familjur av grindahvali.
Amerikanski felagsskapurin hvørs merki fyri herferðina móti føroyska grindadrápinum er ein tekning av Merkinum við skøltum og beinagrindum hevur áhaldandi víst sína vanvirðing fyri føroyingum við í hvørjum pressuskrivi til altjóða miðlar kalla føroyingar fyri “danskir føroyingar”.
“Donsku føroyingarnir vanvirða lívið í havinum við ovurfisking og brutalt at myrða hval…..”
“Hóast limir okkara eru illa viðfarnir sum gestir í Føroyum so eru tað fleiri og fleiri danskir føroyingar sum taka undir við okkum og tí er tað sera hugagott at vit kunnu bjóða heimsins miðlum til tiltakið á Hotel Føroyum…..” skrivar Sea Shepherd í morgun.
Í dag verður so eitt av fremstu hotellum føroyinga (donsku føroyinga) karmur um enn eina útspillingar herðferð, sum vendir sær beinleiðis til amerikansku sjónvarpshyggjararnar.




