Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pamela Anderson leggur eftir siðvenjuni

Norðlýsið

 Tíðindafundur er á Hotel Føroyum nú við m.a. kenda filmsleikaranum Pamelu Anderson.

Hon hevur m.a. lagt eftir siðvenjuni hjá føroyingum. Hon segði, at nógv viðurskiftir broytast í heiminum, har fólk leggja gamla siðvenju afturum seg og siga, at hatta er farið. Pamela helt, at grindadrápið kom m.a. tí at foreldrini vóru við til at drepa grind og so máttu børnini eisini gera tað. Hon gjørdi sum heild nógv burturúr, at nú er ein nýggj tíð og at tað ikki er neyðugt hjá føroyingum longur at drepa grind meir. Pamela helt eisini, at Paul Watson var ein hetja og at hon tók undir við øllum, sum hann stóð fyri.

Annars tykist tað sum um at tað var nakað av frustrasjón, tá føroysku áhoyrararnir spurdu um viðurskiftir við staðfestum fakta, sum ikki passa væl inní tankagongdina hjá Sea Shepherd. Tíðindafundurin á Hotel Føroyum endaði kl. 13.15.