Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir spanskir bakkar nærkast Liverpool

Norðlýsið

Dagligi leiðarin í Liverpool, Ian Ayre, er farin til Spania. Har er ætlanin at fáa avtalu í lag við tveir spanskar bakkar. Alberto Moreno er vinstri bakkur og spælir við Sevilla. Hann var í bruttohópinum hjá Spania áðrenn HM endaspælið, men bleiv ikki úttikin millum teir seinastu 23 leikararnar. Prísurin fyri hann er sambært flestu ensku miðlunum millum 16 og 20 milliónir pund. Hin leikarin er 20 ára gamli Javier Manquillo, sum er høgri bakkur og spælir við Atletico Madrid. Hann hevur verið á spanska U21 landsliðnum, áðrenn hann fekk skaða í februar í samanstoyti við Christiano Ronaldo. Hann hevur annars fyri tað mesta verið eykaleikari hjá Atletico Madrid. Miðlarnir siga, at hann skal leigast í tvey kappingarár, áðrenn Liverpool kann keypa hann. Tað hevur eisini verið sagt, at Atletico Madrid møguliga fer at fáa møguleika at kalla hann aftur ella eisini keypa hann aftur. Prísurin eftir leigu avtaluna skal vera 6 milliónir pund.

Hesir báðir leikararnir hava í longri tíð verið settir í samband við Liverpool, men nú tykjast teir vera nærri enn leingi. So vil tíðin vísa, um Ian Ayre fær avtalurnar uppá pláss, meðan hann er í Spania. Seinasta kappingarár var Liverpool tað toppliðið, sum lat flest mál inn. Og tað skulu nýggj keyp m.a. forða fyri ikki hendir aftur. Frammanundan er miðverjan Dejan Lovren keyptur frá Southampton fyri 20 milliónir pund.