Kópakonan: Í dag bleiv standmyndin av Kópakonuni á Stórakneysa í Mikladali avdúkað. Tað var landstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sum avdúkaði standmyndina. Nógv fólk var samlað til dagin í Mikladali, sum myndirnar vísa. Eisini handaði Oliver Joensen standmyndina til Klaksvíkar Kommunu, sum nú eigur standmyndina av Kópakonuni. Mett var, at eini 1500 fólk vóru í Mikladali í dag.




