Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein dagur tikin úr leikum

Txt. og myndir: Dávur Winther

Tað var ein framúr dagur í Mikladali í dag, tá ið Kópakonan var avdúkað av Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, har væl meira enn 1500 fólk høvdu leitað sær norður.

Rúgvusmikil skrá var, sum byrjaði kl. 10 í morgun, meðan sjálvt hátíðarhaldi niðri á helluni byrjaði kl 14.15, har veðrið eisini var av tí fagrasta.

Ætlanin var, at Eivør Pálsdóttir og Ingibjørg Hansen skuldu syngja í kirkjuni aftaná avdúkingina, men av tí at so nógv fólk vóru møtt og veðrið var so gott, varð avrátt at hava konsertina úti við ánna sunnanfyri kirkjuna og smiðjuna í Norðnastovu. Ein frálík konsert, sum setti ein hugnaligan og tignarligan dám um alla bygdina.

Allir teir ovurfegnu gestirnir, oyggja- og bygdafólki tóku til hvussu vøkur standmyndin var og hvussu væl hon hóskaði, júst har hon stóð niðri á Stórakneysa.

Ein frálíkur dagur, har alt gott hond í hond, verðið, skráin, gestablíðni og ein rættiliga stór fjøld av glaðum og takksomum fólki fyri ein frálíkan dag.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, fekk sum eina ímynd av kópakonuni ein stóran lykil úr messing, heldur enn eitt skeyti uppá Kópakonuna frá Oliver Joensen vegna Føroya Sjómannadag. Við hesum lykli handaði Oliver Joensen Klaksvíkar býráð kópakonuna í varðveitslu, sum ein takksamur og ikki sørt errin borgarstjóri tók ímóti.

Eitt bragd av Føroya Sjómannadegi at hava fingið henda gamla dreymin til veruleika í dag – og so er standmyndin so vøkur, at hon bert kann upplivast. Hans Pauli Olsen tók eisini so stillisliga til, eg hava aldrig fingið eina slíka uppgávu við so bergtakandi staðseting og við so góðum baksýni.

Sanniliga ein dagur tikin úr leikum.