Appin hjá Summar Festivalinum er dagførd og betrað
Komandi vikuskiftið verður 11. Summar Festivalurin hildin, og í tí sambandi hevur Summar Festivalurin gjørt nýggja app til fartelefonina.
Appin kann takast niður á fartelefonina umvegis AppStore ella Google Play.
Á appin ber til at lesa seinastu tíðindini um Summar Festivalin, fáa kunning um praktisk viðurskifti, lesa um allar bólkarnar og síggja skránna fyri festivalin.
Appin er ókeypis at taka niður.




