Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orginalurin vitjar kopiið”

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Hans PauliOlsen hevur tikið sær nakað av løttum í Klaksvík í dag – vitjað Christianskirkjuna, hugt at Fípini Føgur og Kjølbro, sum hann hevur gjørt, hugt at svimjihøllini og vitjað Look North.

Eisini vóru stundir at fáa ein góðan bita á nýggju matstovuni Jacqson, sum tey øll í ferðalagnum lótu væl at.

Modellirnar, sum Hans Pauli hevur brúkt til Fípuna Føgru og Kópakonuna vóru eisini við og eru tær systurdøtrar konu Hans Paula, Hjørdis Haack.

Tí varð spurt, um ikki bar til at fáa eina mynd av Freju Hack standandi undir Fípuni Føgur – jú, tað var gaman í.

So her kann kanska sigast, at orginalurin hevur vitjað kopiið saman við listamanninum.

Freja Hack fer nú undir ítróttarlestur, meðan systurin, Astrid, lesur sálarfrøði.