Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ misti á stokkinum

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

KÍ sá út til at fáa trý týðandi stig, men so fekk hiemafturkoma NSÍ legandan Christian Høgni Jacobsen seinasta leikin í dystinum, sum endaði 2-2.

Tað var ein rímiliga góður fyrstu tími av undirhaldsvirði, sum KÍ og NSÍ góvu áskoðarunum. Bæði liðini vildu leypa á, og hóast spælið ikki altíð hekk so væl saman, so fingu vit álop og møguleikar. KÍ var á odda 2-1 í hálvleikinum, og tað var ikki heilt óuppiborið. Í seinna hálvleiki sat NSÍ á tí mesta av spælinum. Spurningurin er so, um tað var KÍ, sum trekti seg aftur ella um teir blivu trýstir aftur. Helst hevur tað verið, at NSÍ leikararnir vóru grammari og løgdu meira fyri frameftir og harvið trýstu KÍ til at verja. Men nýggja KÍ miðverjan við Ísak Simonsen og Jonas Flindt Rasmussen stóð seg væl og NSÍ skapti ikki stórvegis av mál møguleikum í seinna hálvleiki. Men móti endanum slapp Árni Frederiksberg heldur lætt til innlegg og so kundi heimafturkomna NSÍ legandan Christian Høgni Jacobsen javna til 2-2. Hetta gjørdist endaliga úrslitið í einum tøttum og spennandi dysti.

Úrslitið ger, at bæði liðini mistu nakað í kappingini um 4. plássið, har EB/Streymur nú hevur fleiri stig niður til næstu liðini.