Tað eru nú tveir dagar til Summar Festivalurin 2014 byrjar. Norðlýsið kundi hugsað sær góðar myndir ella selfies av løtum undan, eftir og frá farnum Summar Festivalum til tess at lita heimasíðuna eitt sindur. Send tína Summar Festival mynd/selfie og eitt sindur av teksti aftur við til dv_nordlysid@outlook.com.
Tað eru nú tveir dagar til Summar Festivalurin 2014 byrjar. Norðlýsið kundi hugsað sær góðar myndir av løtum undan, eftir og frá farnum Summar Festivalum til tess at lita heimasíðuna eitt sindur. Send tína Summar Festival mynd og eitt sindur av teksti aftur við til dv_nordlysid@outlook.com.
Ja, so hugsar tú/tit kanska, hvørjum skal eg taka av, hvat fyri mynd skal eg senda? – Allar verða nokk góðkendar, men tær skulu helst hava okkurt við Summar Festivalin at gera.
Tað er ikki neyðugt, at myndin er frá júst hesum festivali. Tað kann vera ein mynd frá einum góðum festivali, tú/tit minnast gott afturá.
Kampingplássið er um at gerast fult av húsvognum, og har verða allarhelst tiknar nógvar góðar myndir. Tað eru millum annað onkrar slíkar myndir, Norðlýsið sóknast eftir.
Ein mynd, ið fortelur eitt sindur meira, enn hvat Norðlýsið megnar at fortelja. Vit kundu ynskt eina eitt sindur meira persónligari mynd av Summar Festivalinum.
Bara hugflogið avmarkar. Send tína mynd til dv_nordlysid@outlook.com
Her eru nøkur uppskot. Myndir frá í fjør:




