Søkt verður eftir undirvísara til komandi skúlaár at byrja 1. septemeber 2014 – ella skjótast gjørligt.
Starvsinnihald:
· Undirvísa í ymiskum skeiðum, ið m.a. viðvíkja trygd á sjónum og í frálandavinnuni. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar við bjargingar- og eldsløkkiútgerð v.m.
· Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvari við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni
· Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði á Sjónámi og aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikar:
Best er, at umsøkjarin hevur:
· maritima útbúgving og hevur starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, á boripallum ella í flogferðslu, ið kann javnsetast
· kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari
· góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
· góð samstarvsevni og førleika til sjálvstøðugt arbeiði
· kunnleika til samskiftis- og kunningatøkni
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur undirvísingarroyndir innan nevnda økið.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag, www.lnd.fo
Setanarøkið fevnir um skeiðsvirksemið og útbúgvingar á Sjónámi í Klaksvík.
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 20. august 2014
Umsókn við ljóstøku av prógvum, yvirlit yvir royndir og møgulig viðmæli skulu sendast:
Á teldupostadressu: runih@tsk.fo
ella
Tekniska Skúla í Klaksvík
Postboks 20
FO-700 Klaksvík
stílað: Rúni Heinesen, skúlastjóri
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ragnar Ludvig, deildarleiðara, tlf. 224464 ella ragnar@sjonam.fo.




