Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blómurnar síggja gott út á SF

Danial Viðoy

Tað liggur nógv arbeiðið handan ein Summar Festival. Tað eru ikki bert tónleikanøvn, ið koma norður til Klaksvíkar at spæla, og so er tað yvirstaðið. Tað er týdningarmikið at karmarnir kring festivalin eru góðir og ikki minst snøggir. Gartnararnir hjá Klaksvíkar Kommunu hava úr at gera hesar dagarnar.

Tað eru nógvir sera vakrir garðar við blómum og blomstrum annars, ið prýða Klaksvíkar bý. Hesir garðarnir skulu av og til hava eina hond, tí teir passa seg ikki sjálvar.

Ókrút sleppa vit ongantíð av við, hóast vit gjarna høvdu vilja tað.

Hesar báðar royna, av øllum alvi, at beina ókrútið burtur, so at blómurnar skulu síggja gott út á Summar Festivalinum. Tað eru nógvir tímar og dagar, ið fara til hetta arbeiðið. – Í morgin verða tær lidnar, tí tá byrjar Summar Festivalurin 2014.

Tá skal alt helst verða til reiðar.