Tað er ikki bara, at stilla stóra pall upp á Summar Festivalinum. Hóast støddina, snýr tað seg um millimetrar til tess at fáa besta úrslitið, sigur Sørin Djurhuus, sum hevur verið við at seta pallin upp nógvar ferðir.
Tað er ikki bara, at stilla stóra pall upp á Summar Festivalinum. Hóast støddina, snýr tað seg um millimetrar til tess at fáa besta úrslitið, sigur Sørin Djurhuus, sum hevur verið við at seta pallin upp nógvar ferðir.
– Um tú vilt, kanst tú hava stillað pallin upp. Men tað eru so nógv ”smáttaríir”, nógvar detaljur í hesum pallinum, sum taka tíð, byrjar Sørin Djurhuus samrøðuna.
– Pallurin er sera stórur. Og hann skal standa sera beint, tað vil siga at ein og hvør pláta skal liggja loddrætt. Og bjálkarnir, ið skulu setast í bøin (Vágsbø), skulu standa javnt við teir styttru bjálkarnar aftanfyri – Tí er sera týdningarmikið at fyrireikingararbeiðið er gjørt so gott sum møguligt. Tí tað snýr seg nevniliga millimeturin, sigur Sørin.
– Tá ið vit seta pallin upp, eitur eitt ’front of house’ og hitt ’back of house’. Miksipultarnir, ið eru á pallinum eru ’back of house’. Tað eru monitor-ljóðini, sum tónleikararnir hoyra, og sum teir hoyra. ’Front of house’ eru miksipultarnir í torninium frammanfyri pallin, og tað ljóðið hoyrir lurtarin, fortelur Sørin Djurhuus.
Eisini hesi bæði fyribrigdini í pallinum snúgva seg um millimeturin. Hvussu skal ljósið hanga og hvussu skal hoytalarin hanga og venda. Tá ið vit arbeiða við ljóði, snýr tað eisini um millimeturin til tess at fáa tað besta ljóðið.
Eisini reklamurnar, ið hanga á pallinum mugu hanga rætt, so at hetta ikki ávirkar ljóðið.
– Men tað eru garvaðir menn, ið hava verið við at seta stóra pall upp á Summar Festivalinum fyrr. Allir kenna sína uppgávu og tí er skjótt at seta pallin upp. Tó ikki bert seks tímar. Eitt sindur meira enn tað, sigur Sørin Djurhuus at enda.




