Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku heilsølurnar góð og støðug úrslit

www.bl.fo

7. aug. 2014 Stóru heilsølurnar í føroysku matvøruvinnuni høvdu góð úrslit í fjør. Harða kappingin á økinum ger tó, at avlopini á botnlinjuni eru lág í mun til søluna. Sølan hjá størstu heilsøluni í landinum, P/F Poul Hansen, hevur tey seinni árini ligið á umleið 300 mió kr..Tað skrivar Business-line, bl.fo, í dag.

7. aug. 2014 Stóru heilsølurnar í føroysku matvøruvinnuni høvdu góð úrslit í fjør. Harða kappingin á økinum ger tó, at avlopini á botnlinjuni eru lág í mun til søluna. Sølan hjá størstu heilsøluni í landinum, P/F Poul Hansen, hevur tey seinni árini ligið á umleið 300 mió kr. 

Tað skrivar Business-line, bl.fo í dag.

Úrslitið í 2013 var slakar 5 mió kr eftir skatt, ið er á sama støði sum undanfarna ár. Hjá hini stóru heilsøluni, P/F Poul Michelsen, hevur sølan verið støðugt hækkandi tey seinasu árini og kom í fjør upp á slakar 170 mió kr. Avlopini á niðastu linju hava verið sera støðug og hava øll tey seinastu 5 árini ligið á umleið 4 mió kr. eftir skatt. Heilsølan P/F J.F.Kjølbro í Klaksvík, ið eisini er stórur veitari til fiskivinnuna, hevur havt hækkandi virksemi í fleiri ár. Úrslitið eftir skatt í fjør var slakar 1,5 mió kr., ið er ein framgongd á hálva millión í mun til undanfarna ár. Sí vinnuskráirnar, nevnd, leiðsla vm.í BL.FO her.