Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnist tú hinaferð…

Óli Rubeksen, SSP ráðgevði

Okkara minnir frá barnárunum fylgja okkum alt lívið, og minnini frá góðum løtum við familjuni leggja trygga botnin at byggja lívið á. Tí er tað so týdningarmikið, at vit taka okkum stundir at skapa góð minnir saman sum familja.

Eitt gott minni kann vera so nógv. Ofta er talan um lítlar løtur, ið fingu týdning av, at vit vóru saman um tær. Tíni góðu barnaminni eru líka góð fyri teg, sum minnini hjá onkrum øðrum eru fyri tey. Óansæð hvussu stór ella lítil tey eru, so eru tey tíni barna- og ungdómsminni. Vit kunnu flest øll hugsa aftur, og minnast onkra serliga løtu ella støðu, sum ger okkum heit um hjarta. Tí mugu vit sum foreldur gera okkara fyri at geva børnunum samveru, ið skapar teirra góðu minnir.

Seinastu árini hevur SSP ráðgevingin mint okkum á at savna saman góð minnir. SSP ráðgevingin arbeiðir dagliga úti á skúlum og frítíðarplássum, har tey saman við børnum og foreldrum, royna at tryggja okkara børnum ein tryggan og góðan uppvøkstur.

Men við “Savna góð minnir saman” er SSP farði út á gøturnar, á stevnur og á festivalar. Tó er hetta ikki so so øðrvísið frá restiini av arbeiðinum hjá SSP. Øll hava brúk fyri sínum søgum at trívast og minnast afturá, og at kunna siga: “minnist tú hinaferð…”

Børn og ung, ið merkja nærveru og umsorgan frá foreldrunum, bæði trívast og mennast betur. Familja og vinir eru hornasteinar í tilveruni hjá barninum og teimum ungu, og samvera við síni næstu skapar sosialar førleikar, ið hjálpa barninum at trívast

Átaki ”Savna góð minnir saman” verður gjørt fyri at minna okkum á, at hvør løta er ein gáva. Um týdningin av at njóta løturnar saman, til at skapa bond og upplivingar saman.

Harleywoodpaint