Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Martin: Hetta var fantastiskt

Jákup Ósá

– Hóast onkrar smávegis tekniskar trupulleikar, so gekk tað sera væl at framføra hjá bólkinum, sigur Karl Martin Samuelsen, sum spældi í Ver Tjaldinum hóskvøldið.

Karl Martin hevði ein væl mannaðan bólk við nógvum av fremstu tónleikarunum í landinum.

– Eg hoyrdi hasar væl syngjandi dámurnar í Flammu á Country Festivalinum. Tá gjørdu vit so eina avtalu, um at tær sungu kór hjá okkum á Summar festivalinum. Vit spældu 5 nýggj løg av samanlagt 9 løgum. Til eina sangin var guitar spælið krevjandi. Samstundis hoyrdi eg Jens Marna Hansen í Jacqson fyri nøkrum vikum síðani og spurdi hann, um hann hevði hug at spæla. Og tað vildi hann fegin, so tað passaði væl. Um tey nýggju løgini er at siga, at vit vóru væl nøgdir við móttøkuna. Til fleiri av sangunum sungu áhoyrararnir væl við, so vit vóru rættuliga væl nøgdir. Vit høvdu onkrar smávegis tekniskar trupulleikar, men tað merktu áhoyrararnir helst ikki, sigur ein væl nøgdur Karl Martin Samuelsen.