Samurittarnir sum eru kníttir at Summarfestivalinum hava gjørt eitt fantastiskt arbeiði og vaktarskipanin hjá Summarfestivalinum hevur virka sera væl so lítið og einkið hevur verið hjá løgregluni at gera, verður sagt frá politistøðini í Havn.

– Tað hevur verið ein stak friðarlig nátt í Klaksvík, eingin harðskapur ella illstøður til politiið at taka sær av. Fráboðanir eru komnar um full fólk og onkur foreldur hava sóknast eftir børnum sum øll eru funnin aftur. Samurittarnir hava tikið sær av fullum fólki og fingið tey á rætta stað og hetta hevur lætt munandi um arbeiði hjá okkum, sigur vakthavandi í morgun.
Útivið 10.000 fólk hava síðan hósdagin verið til Summarfestival í Klaksvík.