Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Varhaldsfongslaður og skuldsettur fyri dráp

Politi

Í gjár tann 9. august kl. 11:15 fekk politiið fráboðan um eitt deyðsfall í Hvalba. Tá politiið kom á staðið bleiv staðfest, at ein 36 ára gamal maður var deyður.

Politiið hevur síðani fráboðanina kanna málið sum eitt illgrunasamt deyðsfall og í samband við kanningararbeiðið blivu tveir mans, ein 23 ára gamal og ein 39 ára gamal, handtiknir.

Tann 23 ára gamli bleiv í dag kl. 10:30 framstillaður í grundlógarforhoyr í Føroya Rætti, skuldsettur fyri dráp. Rættarfundurin var fyri afturlatnum hurðum, so ikki er møguligt at greiða nærri frá rættarfundinum.

Føroya Rættur varhaldsfongslaði tann 23 ára gamla mannin í 4 vikur til tann 5. september 2014. Tann 23 ára gamli kærdi ikki avgerðina um varhaldsfongsling.

Tann 39 ára gamli handtikni maðurin blev leyslatin av poltinum stutt áðrenn kl. 12:00 í dag og er uppá núverðandi tíðspunkt uttan fyri fyri mistanka í málinum.